Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2013Nr. 153
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Broyting í FAS-afturbering í sambandi við at Eftirlønarlógin kemur í gildi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður § 63 a, stk. 1 orðað soleiðis:
“Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, herundir eftirløn, frítíðarløn, samsýning o.ø. sbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri:
1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.
2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 41/2013