Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2015Nr. 153
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Hækking av inn- og útgjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin 2,25%.”
2. Í § 2, stk. 2 verður 4. pkt. orðað soleiðis:
“Ásetti prosentparturin er 2,25%.”
3. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir. Stýrið kann broyta veitingina, um fyritreytirnar fyri ásetingina av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.”
4. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1, 2 og 3 koma í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. § 1, nr. 4 kemur í gildi 10. januar 2016.
Í Tinganesi, 23. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 42/2015