Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. oktober 2020Nr. 153
Løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 til 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta royndarskipan í verk um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 til 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi.
§ 2. Kommunulækni kann ávísa til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð sambært § 1 hjá sálarfrøðingi, sum virkar sambært sáttmála við Heilsutrygd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ávísing til viðgerð, tal av viðgerðum o.tíl.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. oktober 2023.
Í Tinganesi, 30. oktober 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2020