Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2018Nr. 154
Løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin)
(Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg (Forsorgarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 4. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat upphædd sbrt. stk. 2.”
Stk. 3-7 verða eftir hetta stk. 4-8.
2. Í § 9, stk. 4, sum verður stk. 5, § 32 c, stk. 2 og tvær staðni í § 32 d, stk. 1, verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
3. Í § 9, stk. 6, sum verður stk. 7, verða “stk. 4 og 5” broytt til: “stk. 5 og 6”.
4. Í § 13 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat upphædd sbrt. stk. 1.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5.
5. Í § 15, stk. 1 verður “3” broytt til: “4”.
6. Í § 15 a, stk. 1 verður “2-7” broytt til: “2-8”.
7. Í § 17, stk. 3 verður 3. pkt. orðað soleiðis:
“Endurgjaldið er í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin, íroknað frítíðarløn, umframt bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn.”
8. Í § 33, stk. 2 verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1 og 3”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 12. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 58/2018