Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2023Nr. 154
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
(Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, § 11 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022 og § 6 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verður § 26 orðað soleiðis:
“§ 26. Stuðul til serligan útbúnað til bil verður veittur persóni, ið hevur varandi virkistarn, tá bilur:
1) er neyðugur fyri, at persónurin kann koma til og frá arbeiði ella útbúgvingarstaði,
2) munandi bøtir um avleiðingarnar av skerda virkisførinum hjá persóninum, ella
3) munandi lættir um gerandisdagin hjá persóninum.
Stk. 2. Stuðul sambært stk. 1 verður bert veittur, um Akstovan krevur serliga útbúnaðin.
Stk. 3. Kostnaðurin av serligum útbúnaði, ið stuðul verður veittur til sambært stk. 1, kann ongantíð vera hægri enn helvtin av virðinum av bilinum, um bilurin er eldri enn 3 ár.
Stk. 4. Hevur virkistarnið við sær, at tørvur er á kassabili fyri at lúka treytirnar um flutning sambært stk. 1, verður stuðul eisini veittur at keypa kassabil. Fíggjarligur stuðul til kassabil verður veittur sum:
1) rentufrítt lán upp á 219.555 kr., og
2) rentufrítt og avdráttarfrítt lán upp á eina upphædd svarandi til munin millum 219.555 kr. og kostnaðin av bilinum.
Stk. 5. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til vektgjald til bil við eginvekt oman fyri 1300 kg, ið er skrásettur áðrenn 1. januar 2017. Hetta er eisini galdandi, verður bilurin endurskrásettur eftir 1. januar 2017.
Stk. 6. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til umhvørvisgjald á bili við CO2 útláti oman fyri 120 gramm pr. kilometur.
Stk. 7. Persónur, sum lýkur treytirnar sambært stk. 1 ella 4, kann fáa stuðul til meirkostnað í sambandi við at taka koyrikort og endurnýggjan av koyrikorti.
Stk. 8. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um:
1) treytir og umstøður fyri at fáa stuðul sambært stk. 1 og 4,
2) afturrindan av láni, undir hesum freist fyri afturgjaldi og treytir fyri at eftirgeva lán umframt inntøkugrundarlagið í sambandi við afturgjaldið,
3) møguleikan at fáa stuðul til at skifta út bil, ið stuðul er veittur til sambært stk. 4,
4) stuðul til neyðuga innrættan o.a.,
5) í hvønn mun stuðul kann veitast til at gjalda koyrifrálæru o.a.,
6) treytir fyri at játta stuðul til vektgjald ella umhvørvisgjald eftir stk. 5 og 6,
7) stuðul til persón, ið flytur til Føroyar og lýkur treytirnar í stk. 4, og sum hevur bil við, og
8) árliga prístalsjavning av upphæddini sambært stk. 4.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Stk. 2. Umsóknir um stuðul, sum ikki eru avgreiddar, tá hendan løgtingslógin kemur í gildi, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum.
Í Tinganesi, 19. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 22/2023