Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2018Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015 og løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri skrásetingarskyldug motorakfør verður goldið CO2-avgjald. CO2-avgjaldssatsirnir verða ásettir við støði í kanningarhættunum, New European Driving Cycle, NEDC, og Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).”
2. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. CO2-avgjaldssatsirnir eru ásettir í skjali 1.”
3. § 10, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Umhvørvisgjaldið verður rokanað við satsunum, ið eru ásettir í skjali 2.”
4. Í § 34 verða sum stk. 3 og 4 sett:
“Stk. 3. Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019.
Stk. 4. Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.”
5. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008.
6. Skjal 2 verður sett sum skjal 2 til løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 12. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 61/2018
Skjal 1
“Skjal 1
CO2-avgjaldssatsirnir
NEDC CO2-útlát (g/km) |
NEDC CO2-avgjald (kr./g) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Til og við 120 |
20,- |
Til og við 140 |
15,- |
Yvir 120, men í mesta lagi 140 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 170 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 180 |
300,- |
Yvir 170, men í mesta lagi 210 |
350,- |
Yvir 180 |
400,- |
Yvir 210 |
500,- |
”
Skjal 2
“Skjal 2
Umhvørvissatsirnir
Euronormur |
Umhvørvisgjald (kr./kW) |
Euro VI |
20,00 |
Euro V |
30.00 |
Euro IV |
70,00 |
Euro III |
450,00 |
Euro II |
700,00 |
Euro I |
900,00 |
”