20. desember 2013Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tann árliga hámarksupphæddin í 2014 er 120.000 kr., hereftir lækkar upphæddin soleiðis:
1) Í 2015 er upphæddin 115.000 kr.
2) Í 2016 er upphæddin 110.000 kr.
3) Í 2017 er upphæddin 105.000 kr.
4) Í 2018 og seinni er upphæddin 100.000 kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2013