23. desember 2015Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Leingja freistina fyri at søkja um at fáa endurgoldið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 18. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 a, stk. 2, nr. 3 verður “31. desember 2015” broytt til: “31. desember 2019”.
2. Í § 3 b, stk. 2, nr. 4 verður “31. desember 2015” broytt til: “31. desember 2019”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 23. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2015