27. desember 2012Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Fylgibroytingar til lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2012, verður í § 29, nr. 13 “veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg” broytt til: “veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 16, § 17, stk. 1, § 18 b, § 18 c, § 18 d, § 18 e, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg, og veitingar eftir § 7 og § 12, stk. 3, 4 og 8 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 27. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 36/2012