Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2021Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
(Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1. mai 1973, løgtingslóg nr. 37 frá 29. mai 1985, løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 2005, § 3 í løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, § 1 í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 43, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Skjøl, ið ikki skulu tinglýsast sbrt. ásetingunum í kap. 6 a, og sum antin viðvíkja persóns ræði á leysafæ ella á ognarvirðum hansara yvirhøvur, og sum eftir niðanfyri standandi reglum ella aðrari lóggávu krevja tinglýsing, verða førd inn í eina serstaka persónsbók.”
2. Í § 43, stk. 6, verður “sbrt. § 1” broytt til: “sbrt. stk. 1” og “nr. 1-7” broytt til: “nr. 1-8”.
3. Í § 47 d, stk. 2, verður “veðhavara” broytt til: “veðsetaran”.
4. Í § 47 e, stk. 2, verður “veðhavaran” broytt til: “veðsetaran”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 27/2021