Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2018Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a.
(CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verða sum stk. 4 og 5 sett:
“Stk. 4. Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019.
Stk. 5. Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.”
2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri motorakfør skrásett til og við 31. desember 2016 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1. Fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2017 til og við 31. desember 2018, har CO2-útlátið er ásett eftir New European Driving Cycle, NEDC kanningarháttinum og fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2019, har CO2-útlátið er ásett eftir Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP kanningarháttinum, verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2. Fyri motorakfør úr 3.500 kg, legu- og viðfestivognar og motorsúkklur skrásett frá 1. januar 2017 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2.”
3. Skjal 2 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjøld av motorakførum o.a. verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 12. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2018
Skjal 1
“Skjal 2
Árligt umhvørvisgjald verður roknað sambært hesi gjaldsskrá:
Motorakfør upp til 3.500 kg heildarvekt |
Kr. | |
|
| |
-CO2-útlát 0 g/km |
1.500 | |
|
| |
Bensindrivin akfør við Euronormi 6 og hægri: |
| |
NEDC CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km |
-CO2-útlát 1-120 g/km |
2.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km |
-CO2-útlát 121-132 g/km |
2.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km |
-CO2-útlát 133-144 g/km |
3.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km |
-CO2-útlát 145-156 g/km |
3.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km |
-CO2-útlát 157-168 g/km |
4.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km |
-CO2-útlát 169-180 g/km |
4.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
-CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
5.000 |
|
|
|
Diesel ella onnur drívmegi við Euronormi 6 og hægri: |
| |
NEDC CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km |
-CO2-útlát 1-120 g/km |
4.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km |
-CO2-útlát 121-132 g/km |
4.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km |
-CO2-útlát 133-144 g/km |
5.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km |
-CO2-útlát 145-156 g/km |
5.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km |
-CO2-útlát 157-168 g/km |
6.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km |
-CO2-útlát 169-180 g/km |
6.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
-CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst |
7.000 |
|
| |
Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur |
2.000 | |
|
| |
Motorakfør úr 3.500 kg heildarvekt |
Kr. | |
|
| |
Motorakfør við Euronormi 6 og hægri: |
| |
Upp í 7.000 kg heildarvekt |
7.000 | |
7.001-10.000 kg heildarvekt |
9.500 | |
Úr 10.001 kg |
13.000 | |
|
| |
Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur |
6.000 | |
|
| |
Legu- og viðfestivognar |
Kr. | |
Upp í 3.500 kg heildarvekt |
650 | |
Úr 3.501 kg heildarvekt |
3.000 | |
|
| |
Motorsúkklur |
Kr. | |
El drivnar motorsúkklur |
1.400 | |
Motorsúkklur við aðrari drívmegi enn el |
1.600 |
”