14. desember 2009Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verður § 8, stk. 2, 1. pkt. orðað soleiðis:
“Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35%, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2009.
Tórshavn, 14. desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 62/2009