Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2013Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Broytingar í sambandi við, at Eftirlønarlógin kemur í gildi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 119 frá 7. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2, verður sum 2. pkt. sett:
“Í tann mun, tey í 1. pkt. nevndu hava skyldu til at rinda inngjald sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, verður skattur teirra ásettur eftir frádrátt fyri hetta inngjald.”
2. § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35% av inntøkuni eftir frádrátt fyri inngjøld sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum samsvarar við tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 42/2013