Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2005Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða vørunummur 2402.10.11 - 2402.10.15 og 2402.10.50 strikað.
2) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verður sum nýtt vørunummar sett: “2402.10.00, 100 stk. 155,00 kr., Sigarir, Seruttir og sigarillir”
3) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða avgjøldini á vørunumrunum 2402.20.00-2402.90.00 á sigarettum broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.”, 2403.10.00-2403.91.00 á tubbakki broytt frá “165,00 kr.” til “192,00 kr.” og 2403.99.10-2403.99.90 á skrá og snús broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.”
4) Í fylgiskjali 2 verða vørunummur 9916.0200, 9916.0300, 9916.0400, 9916.0500, 9916.0600, 9916.0800 og 9916.1200 strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 22. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2005