23. desember 2015Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Hækking av avgjaldinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 og løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður “1/2%” broytt til: “1%”.
2. Í § 3 a, stk. 1, 2. pkt. verður “0,5%” broytt til: “1%”.
3. Í § 3 b verður “0,5%” broytt til: “1%”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. Henda løgtingslóg hevur ikki virknað fyri avtalur, sum eru gjørdar frammanundan 1. januar 2016, og sum eru latnar tinglýsingarstovuni til tinglýsingar innan 1. februar 2016.
Í Tinganesi, 23. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2015