Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 19-12-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 157 frá 13. desember 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. desember 2018Nr. 157

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

(Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um skrokknummar úr akfarsskránni)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Aftan á § 11 a verður sett:

Atgongd til skrásettar stakupplýsingar

§ 11 b. Atgongd til elektroniskar stakupp-lýsingar um skrokknummar á akførum kann latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til kom-munalar tilbúgvingar í Føroyum, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri treytir fyri atgongd til skrásettar upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, herundir at lata upplýsingarnar umvegis góðkenda skipan.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 13. desember 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 49/2018