19. desember 2023Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
(Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 15. mars 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg
um
avgjald á framleiðslu og innflutning”
2. Í kapitli 27 í frumskjali 1 í skjali 1 verða punktavgjøldini á vørunumrunum 2710.12.41- 2710.12.59 í 3. teigi broytt frá “2,40 kr. pr. ltr.” til: “3,00 kr. pr. ltr.”
3. Í kapitli 27 í frumskjali 1 í skjali 1 verða punktavgjøldini á vørunumrunum 2710.19.43 og 2710.19.46 í 3. teigi broytt frá “0,50 kr. pr. ltr.” til: “1,10 kr. pr. ltr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 19. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 40/2023