Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2013Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1 verður aftaná “(t.e. lands- og kommunalu)” sett: “, og viðurskifti hjá børnum á privatum stovnum v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum”.
2. Í § 4, stk. 2 verður “almennar skráir” broytt til: “viðgerð av persónsupplýsingum”.
3. Í § 6 verða sum stk. 6 og 7 sett:
“Stk. 6. Umboðsmaðurin kann kanna viðgerðina hjá myndugleikunum av útvaldum málum.
Stk. 7. Umboðsmaðurin kann kanna allar stovnar, myndugleikar og tænastustøð, sum eru fevnd av virkisøkinum hjá umboðsmanninum.”
4. Í § 7, stk. 1 verður “kæru” broytt til: “klagu” og “kæruni” broytt til: “klaguni”.
5. Í § 8 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Metir umboðsmaðurin tað vera neyðugt, kann hann uttan rættarúrskurð kanna privatar stovnar v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum, sbrt. § 4, stk. 1.”
6. Í § 12 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, um galdandi lógir og fyrisitingarligar ásetingar eru sambæriligar við altjóða skyldur at tryggja barnarættindi, herundir sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum. Rakar umboðsmaðurin við lýti í hesum sambandi, skal umboðsmaðurin boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum. Er talan um lýti í ásetingum, ásettar av eini kommunu, skal umboðsmaðurin boða viðkomandi kommunustýri frá.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 2–4 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1, 5 og 6 koma í gildi 1. oktober 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 55/2013