Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Lækking av bundna inngjaldinum og kærumøguleikar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014 og løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar 2014 í minsta lagi 1 prosent av A-inntøkuni og B-inntøkuni, og eftirlønargjaldið hækkar til 15 prosent í 2029 og seinni, soleiðis:
1) Frá 1. januar 2014: 1 prosent.
2) Frá 1. januar 2015: 2 prosent.
3) Frá 1. januar 2016: 2 prosent.
4) Frá 1. januar 2017: 3 prosent.
5) Frá 1. januar 2018: 4 prosent.
6) Frá 1. januar 2019: 5 prosent.
7) Frá 1. januar 2020: 6 prosent.
8) Frá 1. januar 2021: 7 prosent.
9) Frá 1. januar 2022: 8 prosent.
10) Frá 1. januar 2023: 9 prosent.
11) Frá 1. januar 2024: 10 prosent.
12) Frá 1. januar 2025: 11 prosent.
13) Frá 1. januar 2026: 12 prosent.
14) Frá 1. januar 2027: 13 prosent.
15) Frá 1. januar 2028: 14 prosent.
16) Frá 1. januar 2029: 15 prosent.”
2. Aftan á § 16 a verður í kapittul 6 sett:
“Kærumøguleikar
§ 16 b. Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Stk. 2. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. Avgerðir, tiknar av TAKS, áðrenn henda lóg kom í gildi, kunnu innan 4 vikur frá 1. januar 2016 kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 38/2015