Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2021Nr. 158
Løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Persónur, sum hevur fastan bústað í Føroyum ella áður hevur búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, kann keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum. Tað sama er galdandi fyri persón við donskum ríkisborgaraskapi, sum hevur búð í øðrum parti av ríkinum í samanlagt 5 ár.
Stk. 2. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur, sum hevur sítt høvuðssæti í Føroyum, kann keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrismanninum.
Loyvisskipan
§ 2. Persónur, sum ikki er fevndur av § 1, stk. 1, kann bara keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum vð loyvi frá landsstýrismanninum, sbr. tó §§ 3 og 4.
Stk. 2. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur, sum ikki er fevndur av § 1, stk. 2, kann bara keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrismanninum, sbr. tó §§ 3 og 4.
Stk. 3. Útlendskir myndugleikar kunnu bara keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 4. Fyri at fylgja skyldum, sum Føroyar hava sambært sáttmála við onnur lond, kann landsstýrismaðurin áseta, at persónar, feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, hóast tey ikki lúka treytirnar í stk. 1 og 2, uttan loyvi frá landsstýrismanninum kunnu keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum.
§ 3. Loyvi sambært § 2 krevst ikki, um fastogn verður ognað við arvi, við at sita í óskiftum búgvi ella við býti av felagsogn. Sama er galdandi fyri gávur til skyld í stígandi ella fallandi linju.
Umsókn um loyvi
§ 4. Umsókn um loyvi skal latast landsstýrismanninum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at endalig avtala er gjørd um avhending av fastognini, um fastognin ikki frammanundan er yvirtikin av øðrum.
Fastogn sum nýtsluveð
§ 5. Persónur, felag ella annar løgfrøðiligur persónur, ið sambært § 2 ikki uttan loyvi kann keypa ella ogna sær fastogn, kann heldur ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum yvirtaka fastogn sum nýtsluveð í meira enn 6 mánaðir.
Treytir og tíðaravmarking
§ 6. Loyvini sambært §§ 2 og 5 kunnu verða treytað og tíðaravmarkað.
Tinglýsing av ognarskifti
§ 7. Tá ognarskifti verður fráboðað til tinglýsingar, skal persónur:
1) vátta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, at hann hevur fastan bústað í Føroyum,
2) vátta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, at hann áður hevur búð í Føroyum ella øðrum parti av ríkinum í samanlagt 5 ár,
3) vátta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, at fastognin er ognað sambært § 3, ella
4) leggja loyvi frá landsstýrismanninum við, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Felag ella annar løgfrøðiligur persónur skal á sama hátt:
1) vátta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, at høvuðssætið er í Føroyum,
2) vátta við trú og heiður á ognarheimildarskjalinum, at fastognin er ognað sambært § 3, ella
3) leggja loyvi frá landsstýrismanninum við, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Verður ognarheimildarskjal fráboðað til tinglýsingar, uttan at persónur, felag ella annar løgfrøðiligur persónur samstundis váttar ella leggur við loyvi sambært stk. 1 ella 2, verður skjalið burturvíst uttan so, at viðkomandi váttar við trú og heiður, at umsóknin er latin landsstýrismanninum sambært § 4. Er umsóknin latin landsstýrismanninum sambært § 4, ásetir Tinglýsingin sambært §§ 15, stk. 3 og 16, stk. 3 í løgtingslóg um tinglýsing freist at leggja fram loyvið. Um loyvið ikki er Tinglýsingini í hendi, tá freistin er farin, verður skjalið strikað.
Fráboðan til landsstýrismannin
§ 8. Setur Tinglýsingin sambært § 7, stk. 3 freist at fáa loyvi frá landsstýrismanninum, gevur Tinglýsingin landsstýrismanninum boð um hetta.
Stk. 2. Verður fastogn yvirtikin sum nýtsluveð av persóni, sum ikki hevur bústað í Føroyum, ella av felagi ella øðrum løgfrøðiligum persóni, fevndur av § 2, stk. 2, gevur dómarin landsstýrismanninum boð um hetta.
Boð um at selja
§ 9. Um loyvi verður noktað ella fellur burtur sambært § 6, ella um umsókn ikki verður latin inn, gevur landsstýrismaðurin eigaranum boð um at selja fastognina innan eina nærri ásetta freist, sum er í minsta lagi 6 mánaðir og í mesta lagi 1 ár.
Stk. 2. Er fastognin yvirtikin sum nýtsluveð fær veðhavari í førum, sum eru nevnd í stk. 1, boð um innan eina nærri ásetta freist, sum er í minsta lagi 6 mánaðir og í mesta lagi 1 ár, at selja fastognina á tvingsilssølu ella at víkja frá veðnum.
Uttanumvik
§ 10. Avtalur um drúgt brúksmál ella leigumál av fastogn, hvørs endamál er uttanumvik av reglunum í hesi løgtingslóg, eru ógildigar.
Stk. 2. Fyri aðrar rættargerðir, hvørs endamál er uttanumvik av reglunum í hesi løgtingslóg, eru §§ 4-9 at nýta samsvarandi.
Heimiling, gjald o.a.
§ 11. Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sambært § 2, stk. 1-3, § 5 og § 9, stk. 1 og 2 til ein annan myndugleika ella stovn. Verða heimildirnar lagdar til myndugleika ella stovn undir málsræði hjá øðrum landsstýrismanni, verður hetta gjørt í samráð við avvarðandi landsstýrismann.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri umsókn um loyvi at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn.
Stk. 3. Ger landsstýrismaðurin av at leggja heimildir sínar sambært hesi løgtingslóg til eina annan myndugleika ella stovn, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av hesum myndugleika ella stovni, undir hesum áseta kærufreist, og avgera, at ávíst slag av avgerðum ikki kann kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann eisini leggja sín kærumyndugleika til kærustovn, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.
Revsing
§ 12. Persónur, sum ikki innan ásettu freistina søkir um loyvi at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum ella til yvirtøku av fastogn sum nýtsluveð, verður revsaður við sekt.
Stk. 2. Brot á boð, sum eru givin sambært § 9, stk. 1 og 2, verða revsað við sekt. Rætturin áleggur eigaranum ella tí, sum hevur yvirtikið fastognina sum nýtsluveð, at gera eftir boðunum og kann áseta vikuligar tvingsilssektir, til boðini eru fylgd. Rætturin ásetir sektarupphæddina.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisregla
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslógin er galdandi fyri keyp o.a., ið verður fráboðað til tinglýsingar eftir gildiskomuna.
Í Tinganesi, 10. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 8/2021