13. desember 2018Nr. 158
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 64 k, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:
“7) Fyri endurnýggjan av koyrikort hjá umsøkjarum, sum hava fylt 75 ár, verður onki goldið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 13. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 5/2018