Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 158
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Skattalætti til lág- og miðalinntøkur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f, smb. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
1) Er inntøka lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin.
2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 235.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 15% av restini.
3) Er inntøkan kr. 235.000 ella hægri, men lægri enn kr. 330.000, verða kr. 25.500 latnar av kr. 235.000 og 20% av restini.
4) Er inntøkan kr. 330.000 ella hægri, men lægri enn kr. 800.000, verða kr. 44.500 latnar av kr. 330.000 og 25% av restini.
5) Er inntøkan kr. 800.000 ella hægri, verða kr. 162.000 latnar av kr. 800.000 og 30% av restini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2015