Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2021Nr. 159
Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni
(Avtøka av kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Almannamál
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2008, løgtingslóg nr. 105 frá 11. november 2010 og løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
2. Danski tvíteksturin verður strikaður.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, løgtingslóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008, løgtingslóg nr. 16 frá 2. mars 2011 og løgtingslóg nr. 104 frá 3. november 2016, verður § 20 orðað soleiðis:
“§ 20. Avgerðir Almannaverksins sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 48 frá 6. mai 2016, løgtingslóg nr. 115 frá 24. november 2016, løgtingslóg nr. 68 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 189 frá 21. desember 2018, verður § 5, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Avgerðir, tiknar av Almannaverkinum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 4
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001, løgtingslóg nr. 78 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr 136 frá 28. desember 2010, verður § 6 orðað soleiðis:
“§ 6. Avgerðir sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 5
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 12. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 25, stk. 12 verður “Kærunevndini í almannamálum” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
2. § 39 verður orðað soleiðis:
“§ 39. Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 6
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020, verður § 25 orðað soleiðis:
“§ 25. Avgerðir sambært hesi løgtingslóg, sum eru tiknar av Almannaverkinum ella øðrum myndugleika sambært § 22, stk. 2, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 7
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 26. mars 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 65 verður orðað soleiðis:
“Føroya Kærustovnur”
2. § 65 verður orðað soleiðis:
“§ 65. Tær avgerðir, ið §§ 64 og 64 a ikki fevna um, men sum eru tiknar av myndugleikum sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Avgerðir, tiknar av myndugleikum sambært hesi løgtingslóg, verða ikki frestaðar, um tær verða lagdar fyri Føroya Kærustovn.”
§ 8
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015, løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, løgtingslóg nr. 76 frá 29. mai 2017, løgtingslóg nr. 103 frá 13. juli 2017, løgtingslóg nr. 152 frá 12. desember 2018 og løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020, verður § 36 orðað soleiðis:
“§ 36. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 9
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019 og løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2020, verður § 20 orðað soleiðis:
“§ 20. Avgerðir um tænastur sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 10
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019 og løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020, verður § 14, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 11
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, verður § 71 orðað soleiðis:
“§ 71. Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
Familjumál
§ 12
Í lov nr. 56 af 18. marts 1925 om Ægteskabets Retsvirkninger, sum broytt við lov nr. 284 frá 11. november 1931, lov nr. 136 af 7. mai 1937, § 54 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962, anordning nr. 469 af 24. september 1984, § 4 í anordning nr. 398 af 20. april 2010, anordning nr. 724 af 12. juni 2017, § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 og § 13 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður § 52 orðað soleiðis:
“§ 52. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 13
Í lov nr. 102 af 14. marts 1941 om Bevarelse af Enkepensionsret ved Separation og Skilsmisse, sum broytt við lov nr. 268 af 14. juni 1951 og § 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 3 a orðað soleiðis:
“§ 3 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 14
Í lov nr. 397 af 12. juli 1946 om borteblevne, sum sett í gildi við lov nr. 335 af 19. november 1954, broytt við § 9 í anordning nr. 398 af 20. april 2010 og § 3 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 27 a orðað soleiðis:
“§ 27 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 15
Í lov nr. 200 af 18. mai 1960 om børns retsstilling, sum sett í gildi við anordning nr. 367 af 29. november 1962, sum broytt við anordning nr. 13 af 18. januar 1982, lov nr. 92 af 23. februar 1988, § 6 í anordning nr. 398 af 20. april 2010, § 5 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, løgtingslóg nr. 33 frá 12. mars 2020 og § 36 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður § 21 a orðað soleiðis:
“§ 21 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 16
Í lov nr. 215 af 31. mai 1963 om Arvelov, sum sett í gildi við anordning nr. 272 af 14. mai 1986, og sum broytt við § 29 í anordning nr. 582 af 23. juni 2008 og § 7 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 71 a orðað soleiðis:
“§ 71 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 17
Í lov nr. 150 af 24. april 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag, sum broytt við anordning nr. 471 af 15. september 1981, § 6 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 og § 38 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður § 23 a, stk. 1 orðað soleiðis:
“Avgerðir tiknar av Almannaverkinum og Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 18
Í anordning nr. 397 af 20. april 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, sum broytt við § 13 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 51 a orðað soleiðis:
“§ 51 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, samanber tó § 21, stk. 4 og § 22, stk. 1.”
§ 19
Í anordning nr. 37 af 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, sum broytt við § 33 í anordning nr. 228 af 15. marts 2007, § 3 í anordning nr. 398 af 20. april 2010, anordning nr. 724 af 12. juni 2017, § 10 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 og løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 19, stk. 2 og § 21, stk. 3 verður “Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
2. § 46 a verður orðað soleiðis:
“§ 46 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 20
Í anordning nr. 228 af 15. marts 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum broytt við § 12 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 og løgtingslóg nr. 51 frá 30. apríl 2018, verður § 30, stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Avgerðir, tiknar av Familjufyrisitingini sambært hesi lóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir, tiknar sambært § 13, stk. 1-4.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um viðgerðina av kærum.”
§ 21
Í løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin), sum broytt við § 76 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 39, stk. 1 verður “Kærunevndina í almanna-, familju-, og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
2. Í § 39, stk. 2 verður “Kærunevndin í almanna-, familju-, og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovnur” og “Kærunevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
3. § 41 verður orðað soleiðis:
“§ 41. Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg av Familjufyrisitingini, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir, tiknar sambært §§ 10 og 11, ið kunnu leggjast fyri Føroya Rætt sambært § 12.
Stk. 2. Málsviðgerðin í málum, viðgjørd sambært §§ 10 og 11, kann kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um viðgerðina av kærum.”
Heilsumál
§ 22
Í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 6. mai 2014, verður § 10 orðað soleiðis:
“§ 10. Um foreldur ella verji at børnum í kommunalu tannrøktini eru ónøgd við avgerð, sum kommunustýrið tekur sambært hesi løgtingslóg, kunnu tey kæra til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 23
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Kærur, ið ikki eru um heilsufakligt virksemi, kunnu leggjast fyri Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
2. § 16 verður strikað.
§ 24
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 12. desember 2020, verður § 29 orðað soleiðis:
“§ 29. Avgerðir tiknar av Heilsutrygd, Landsapotekaranum ella Hjálparráðsnevndini sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
Skattamál og avgjaldsmál
§ 25
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2020 verður í § 7, stk. 3, 5. pkt. “Skatta- og Avgjaldskærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 26
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 10. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Avgerðir hjá Toll- og Skattaráð Føroya eftir stk. 2 og 3 kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
2. § 51, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Skattgjaldarin, tilhaldskommunan og atvinnukommunan hava rætt til at kæra álíkningina til Føroya Kærustovn eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting.”
3. Í § 120 n verður “Skatta- og Avgjaldskærunevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
4. Í § 128 verður “Skatta- og Avgjaldskærunevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
5. Í § 151, stk. 1, 1. pkt. verður “landsskattakærunevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
§ 27
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 26. apríl 2019, verður § 10 d orðað soleiðis:
“§ 10 d. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kæran skal vera skrivlig og styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl.”
§ 28
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 4. mai 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 2 verður “skatta- og avgjaldskærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
2. Í § 27, stk. 7 verður “skatta- og avgjaldskærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
3. § 32, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ein avgerð sambært stk. 2 kann av einum virki leggjast fyri Føroya Kærustovn. Áheitan um at leggja fyri Føroya Kærustovn skal vera fráboðað TAKS í seinasta lagi 4 vikur aftan á, at virkið er kunnað um ásetingina.”
§ 29
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 28. desember 1998, løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 51 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 39 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 130 frá 14. desember 2012 og § 52 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður Kapittul V Klagureglur strikaður.
§ 30
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verður § 8 a orðað soleiðis:
“§ 8 a. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 31
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001, løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006, løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2008, løgtingslóg nr. 121 frá 22. desember 2010 og løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2015, verður § 7 orðað soleiðis:
“§ 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 32
Í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, sum broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desenber 1997 og løgtingslóg nr. 150 frá 10. desember 2018, verður § 7 orðað soleiðis:
“§ 7. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 33
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, § 1 í løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 15 frá 4. mars 2005, løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2015 og løgtingslóg nr. 193 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Um TAKS heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skattakærunevnd, ikki er bein, kann TAKS við samtykki frá Toll- og Skattaráði Føroya innan 4 vikur eru lidnar frá tí, at TAKS fekk boð um avgerðina, leggja hana fyri Føroya Kærustovn.”
2. Í § 8, stk. 2 verður “Skatta- og Avgjaldskærunevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
3. § 15, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Úrskurður skattakærunevndarinnar kann kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eru farnar frá tí, at kærarin fekk kunnleika til úrskurð skattakærunevndarinnar. TAKS kann eisini kæra úrskurð skattakærunevndarinnar til Føroya Kærustovn. Hetta kann tó bert gerast við samtykki frá Toll- og Skattaráð Føroya.”
4. § 17, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Eru meira enn 3 mánaðir lidnir síðani kæran varð latin inn til skattakærunevndina, kann kæra verða latin Føroya Kærustovni, sjálvt um skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.”
5. § 21 verður orðað soleiðis:
“§ 21. Øll tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur sett í skatt, broytt skattaálíkningina hjá, álagt toll- og avgjald ella givið bindandi svar eftir §§ 25 c-25 g, kunnu kæra avgerðirnar til Føroya Kærustovn. Slíkar kærur skulu verða sendar skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð Toll- og skattaráðsins.”
6. Kapittul 5 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 5
Kæra til Føroya Kærustovn
§ 22. Føroya Kærustovnur viðger tollkærur, skattakærur og avgjaldskærur.
§ 23. Somu reglur, um hvør kann taka lut í kæruviðgerð sambært § 13, stk. 3 eru eisini galdandi fyri serkønar ráðgevar í tollkærum, skattakærum og avgjaldskærum hjá Føroya Kærustovni.
§ 24. Føroya Kærustovnur ger úrskurð um kærur um tær avgerðir, TAKS, kommunalu skattakærunevndirnar, ella Toll- og skattaráðið hava tikið.
Stk. 2. Kærandi kann sjálvur senda inn kæruna. Kæra um skattseting kann ikki skjótast inn fyri Føroya Kærustovn, um kærandi ikki í rættari tíð hevur sent kæru til kommunalu skattakærunevndina. Hetta er tó ikki galdandi, um kærandi heldur fast um, at hann ikki er skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina. Kæra skal vera send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at kærandi fekk boð um avgerðina.
Stk. 3. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytirnar fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó kann Føroya Kærustovnur taka kærur til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 2, og tá tað verður mett, at fullgóð forføll eru, tó at tær vanligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar.
§ 25. Kæra til Føroya Kærustovn skal verða send skrivliga og styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína áskoðan munnliga fyri Føroya Kærustovni. Tá so er, skal TAKS hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða umboðað á fundinum.
Stk. 2. Føroya Kærustovnur leitar sær ummæli frá TAKS um ta innkomnu kæruna. Áðrenn TAKS ger hetta, fær tað til vega upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Føroya Kærustovnur kann biðja TAKS lata seg umboða, tá Føroya Kærustovnur hevur kærumál til viðgerðar.
Stk. 3. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið TAKS ella Toll- og Skattaráðið, hevur gjørt uttan so, at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at Føroya Kærustovnur av tí verður førur fyri sjálvur at ætla um málið.
Stk. 4. Føroya Kærustovnur, sum ger úrskurð um tær innkomnu kærurnar, kann taka alla avgerðina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 5. Úrskurður hjá Føroya Kærustovni kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 3 mánaðir eru farnir.”
§ 34
Í løgtingslóg nr. 171 frá 30 desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 120 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 77 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 188 frá 21. desember 2018, verður § 14, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 35
Í løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verður í § 3, stk. 2, 2. pkt. “Skatta- og Avgjaldskærunevndin” broytt til: “Føroya Kærustovnur”.
§ 36
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 4. mai 2021, verða § 20, stk. 2 og 3 strikað, og í staðin verður sett:
“Stk. 2. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
§ 37
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, løgtingslóg nr. 155 frá 12. desember 2018, løgtingslóg nr. 36 frá 9. apríl 2019, løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2020, løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 100 frá 25. juni 2020 og løgtingslóg nr. 18 frá 24. februar 2021, verður § 33 orðað soleiðis:
“§ 33. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 38
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14.mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018, løgtingslóg nr. nr. 78 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2021, verður § 16 b orðað soleiðis:
“§ 16 b. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 39
Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 24. desember 2015 og løgtingslóg nr. 180 frá 21. desember 2018, verður § 4 orðað soleiðis:
“§ 4. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
§ 40
Í løgtingslóg nr. 105 frá 29. juni 2020 um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum verður gjørdar hesar broytingar:
1. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Avgerðin kann kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
2. § 7, stk. 3 verður strikað.
Útbúgvingarmál
§ 41
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 22. apríl 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í yvirskriftini yvir § 24 verður “o.a.” strikað.
2. § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Allar avgerðir, tiknar av Studna, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 6 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
Tryggingarmál
§ 42
Í løgtingslóg nr. 190 frá 18. desember 2020 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26, stk. 1, 1. pkt. verður “Skatta- og avgjaldskærunevndini” broytt til: “skattamáli, avgjaldsmáli ella tollmáli í Føroya Kærustovni”.
2. Í § 26, stk. 1, 2. pkt. verður “Skatta- og avgjaldskærunevndini” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
§ 43
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.
Í Tinganesi, 10. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2021