16. desember 2011Nr. 159
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 142 frá 6. oktober 2011 um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. verður í § 2 ”2012” broytt til: ”2013”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16. desember 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 97/2011