20. desember 2013Nr. 159
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Tilfeingis- og loyvisskattur 2014)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 30 b, stk. 1 verður “2,5%” broytt til: “7%”.
2. § 30 b, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Ásetingarnar í hesi grein hava virknað fyri inntøkuárið 2014.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 22/2013