Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2023Nr. 159
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
(Heilivágsstigin verður broyttur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður § 18 orðað soleiðis:
“§ 18. Støddin á tilskotum er ásett eftir tilskotsprísunum sambært § 21 til heilivág o.a., sum veittur verður sambært §§ 13-16, og sum viðkomandi persónur hevur keypt innan fyri eitt ár frá fyrsta keypi. Eitt nýtt tíðarskeið byrjar, tá viðkomandi persónur aftur keypir tilskotsheimilaðan heilivág, eftir at gamla tíðarskeiðið er farið.
Stk. 2. Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 967 kr.
Stk. 3. Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 967 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 967 kr. og upp til 1.574 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.574 kr. og upp til 3.148 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 3.148 kr. og upp til 6.296 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.296 kr.
Stk. 4. Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 967 kr.
Stk. 5 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 967 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 967 kr. og upp til 1.974 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.974 kr. og upp til 2.500 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.500 kr. og upp til 2.800 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.800 kr.
Stk. 6. Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald.
Stk. 7. Um ein persónur fyllir 18 ár í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar.
Stk. 8. Um ein persónur verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 4 og 5.
Stk. 9. 1. januar á hvørjum ári verða upphæddirnar í stk. 2-5 prístalsviðgjørdar í kunngerð.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 20. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2023