Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mars 2011Nr.16
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 2, nr. 4 verður “barnaforsorgarlógini” broytt til: “barnaverndarlógini”.
2) Í § 3 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Uppiheldur barnið sær fyribils uttanlands í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá stk. 2, nr. 2.”
3) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Gjald kann verða kravt útgoldið forskotsvís við tí upphædd, sum er ásett við heimild í lógini um rættarstøðu barnanna, tó í mesta lagi við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga gjaldið sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum.”
4) Í § 9, stk. 1 verður “Umbøn” broytt til: “Umsókn”.
5) Í § 9, stk. 2, 1. pkt. og § 18, 1. pkt. verður “Føroya Gjaldstovu” broytt til: “Almannastovuni”.
6) Í § 9, stk. 2, 2. pkt. og § 10, stk. 2, nr. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
7) § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um hvørki av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað almenna árliga eitt økt gjald til barnsins uppihald.”
8) § 16, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Er tað fyri eitt barn ásett eitt endurgjald til barnið fyri mistan uppihaldara, verður endurgjaldsupphæddin frádrigin í gjaldinum sambært § 15, stk. 1 og stk. 3.”
9) Í § 19 b, stk. 1 verður aftan á “búgvandi.” sett sum 2. pkt.: “Sí tó § 19 c.”
10) § 19 c verður orða soleiðis:
“§ 19 c. Barnaískoyti verður bert veitt, um treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1-5 og stk. 3 eru loknar.”
11) Í § 19 d, stk. 1 verður: “nr. 1 og nr. 2” broytt til: “stk. 1 og stk. 2”.
12) Í § 19 d, stk. 3 verður “umsóknum” broytt til: “málum”.
13) Í § 19 d, stk. 5 verður “játtaður” broytt til: “staðfestur”.
14) Í § 20 verður “Kærunevndina í Almannamálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2011.
Tórshavn, 2. mars 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2010