6. mars 2002Nr. 16
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1, stk. 2 og stk. 3 verður “fær fyritíðar- ella fólkapensjón” broytt til: “fyritíðarpensjón”.
2) Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “Persónur, sum fær fólkapensjón, hevur tó ikki rætt til henda frádrátt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002.
Tórshavn, 6. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður