Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. februar 2003Nr. 16
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður eftir nr. 16 sum nýtt nummar innsett:
“17) Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar.”
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 16. november 2001.
§ 3
Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar, ið nevndir eru í § 1, nr. 17, eru hesar skiftisreglur galdandi:
1) Tað skattaár, sum teir fyrstu ferð verða skattskyldugir eftir reglunum í hesi lóg, verður nevnt skiftisskattaárið.
2) Fyri skiftisskattaárið verða maskinur, innbúgv og líknandi rakstrargøgn, sum teir eiga við byrjan inntøkuársins, settar til saldovirðið, sbr. lóg um skattligar avskrivingar v.m., við tí virðinum, sum tey eru sett til í almenna roknskapinum fyri tað seinasta árið frammanundan skiftisskattaárinum, t.e. roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2001. Henda upphædd verður hækkað við útveganarupphæddini fyri rakstrargøgn, sum eru útvegað í inntøkuárinum, og lækkað við upphædd, sum í sama tíðarskeiði er vunnið við sølu av rakstrargøgnum, alt sambært reglunum í avskrivingarlógin.
3) Fyri bygningar, sum kunnu verða avskrivaðir sambært avskrivingarlógini, ella innleggingar í hesum bygningum, og sum eru ognaðir ella liðugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár, verður avskrivað fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár við prosentparti av útveganarvirðinum. Støðið verður tikið í teimum veruligu útveganarárunum.
4) Í sambandi við uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í kapitalvinningsskattalógini/ virðisbrævaskattalógini nevndu virðisbrøvum verður útgangsstøðið tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2001.
5) Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar fer skatting fram, sum fyriskrivað er í § 5, stk. 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, við skattagrundarlagi uppgjørt eftir reglunum, sum galdandi eru fyri aðrar skattskyldugar vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, og við sama prosenti, sum galdandi eru fyri hesi.
Tórshavn, 20. februar 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður