Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. januar 1994Nr. 16
Løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Irak, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
§ 1. Danskir ríkisborgarar, búsitandi í Føroyum, ella skip og flogfør, skrásett í Føroyum, ella sum danskir ríkisborgarar ella feløg eiga ella hava leigað, kunnu ikki í Føroyum ella uttanfyri Føroyar innan virksemi ella gerðir, ið hava til endamáls at fremja tílíkt virksemi, sum nevnt undir nr. 1-3:
1) Innflutningur til Føroya av vørum við uppruna í Irak.
2) Útflutningur ella umskiping av vørum úr Irak, semja um rættargerðir viðvíkjandi slíkum vørum og flutningur av teimum.
3) Søla og flutningur ella onnur veiting til Irak til persónar ella virkir í Irak, ella virkir, ið verða rikin úr Irak við vørum uttan mun til upprunaland.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir ikki um veitingar einans til læknafrøðiliga nýtslu og ikki um mat.
§ 2. Til útflutning úr Føroyum av vørum, ið koma undir § 1, stk. 2, krevst útflutningsloyvi frá landsstýrinum.
§ 3. Ásetingarnar í § 1 eru ikki galdandi fyri vørur við uppruna uttan fyri Irak, ið verða fluttar gjøgnum Irak ella bráðfeingis eru í Irak bert fyri at verða sendar víðari í samsvari við tey stevnumið, sum góðkenningarnevndin hjá Trygdarráð Sameindu Tjóða ásetur.
§ 4. Endurgjaldskrøv frá myndugleikum í Irak, frá løgfrøðiligum og likamligum persónum í Irak ella krøv teirra vegna í sambandi við sáttmálar ella onnur tiltøk, hvørs fremjing ásetingarnar í hesi lóg hava forðað, kunnu ikki setast.
§ 5.1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið gera brot á § 1, verða revsaðir eftir § 110 c, stk. 2 í borgarligu revsilógini, við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Er brotið á § 1, framt av einum partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 6. Hald skal leggjast á vinning frá gerðum, ið eru revsiverdar sambært § 1. § 75, stk. 1, 2. pkt., § 76, stk. 1 og stk. 3-5 og § 77, stk. 1 og 3, eru eisini galdandi viðvíkjandi inndrátti eftir hesi ásting.
§ 7. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.