20. desember 2013Nr. 160
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 10, stk. 6 verður orðað soleiðis:
”Stk. 6. Umhvørvisavgjaldið verður roknað við hesum satsum:
| Euronormur | Umhvørvisgjald (kr./kW) |
| Euro VI | 20,00 |
| Euro V | 30.00 |
| Euro IV | 70,00 |
| Euro III | 450,00 |
| Euro II | 700,00 |
| Euro I | 900,00” |
2. Í § 17, stk. 3 verður “11 ár” broytt til: “10 ár”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 20. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2013