Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2023Nr. 160
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 18. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Í 2024 verður eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. ltr. lagt á søluna av gassolju, viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I, til brúkaran. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101947 og 27101948 fýringsolja, 27101943 og 27101946 autodieselolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,00 kr. pr. ltr. Í 2024 verður somuleiðis eitt gjald upp á 0,90 kr. pr. ltr. lagt á søluna til brúkaran av brenniolju, fuelolju. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101964 og 27101968 brenniolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,15 kr. pr. ltr.”
2. § 2, stk. 4 verður strikað, og í stk. 5, sum verður stk. 4, verður “, hvørji virki koma undir stk. 4 og um” strikað.
Stk. 5 verður eftir hetta stk. 4.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 20. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2023