Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 160
Løgtingslóg um familjuískoyti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 20. desember 2023
§ 1. Familjuískoyti verður veitt til húski við skrásettum bústaði í Føroyum, ið hava heimabúgvandi børn undir 18 ár.
Stk. 2. Húski fevnir um stakan uppihaldara, gift ella uppihaldarar, ið liva í samlívi, sum hava heimabúgvandi børn undir 18 ár, ið eru búføst á bústaðnum sambært Landsfólkayvirlitinum.
Stk. 3. Uppiheldur barnið sær fyribils uttan fyri heimið í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá treytini í stk. 2 um, at barnið skal vera heimabúgvandi.
Stk. 4.1) Uppiheldur barnið sær fyribils uttan fyri heimið í sambandi við, at uppihaldari sambært stk. 2 býr á kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum, verður sæð burtur frá treytini í stk. 2 um, at barnið skal vera heimabúgvandi.
§ 1 a. 2) Oljuískoyti kann veitast til húski, ið kann skjalprógva útreiðslur til olju til upphiting av bústaði, har tey sambært fólkayvirlitinum eru skrásett at búgva.
Stk. 2. 3) 4) Hjálparískoyti og orkuískoyti kann veitast til húski, ið lúka treytirnar í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. 3) 4) Treytin í § 1, stk. 1 um, at húskið skal hava heimabúgvandi børn undir 18 ár, er ikki ein treyt fyri at fáa rætt til oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti.
Stk. 4. 3) Húski sambært hesi grein eru persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á bústaðnum.
§ 2. 5) 6) Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag á 220.000 kr. ella lægri, er familjuískoytið ásett til 24.000 kr. um árið, um uppihaldarin hevur 1 barn.
Stk. 2. 6) Familjuískoytið sbrt. stk. 1 hækkar við 6.000 kr. fyri hvørt eftirfylgjandi barn.
Stk. 3. 5) 6) Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún og hava eitt inntøkugrundarlag á 320.000 kr. ella lægri, er familjuískoytið ásett til 24.000 kr. um árið, um tey hava 1 barn.
Stk. 4. 6) Familjuískoytið sbrt. stk. 3 hækkar við 6.000 kr. fyri hvørt eftirfylgjandi barn.
§ 2 a. 1) Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag á 120.000 kr. ella lægri, hækkar familjuískoytið við 2.000 kr. um mánaðin.
Stk. 2. Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún og hava eitt inntøkugrundarlag á 220.000 kr. ella lægri, hækkar familjuískoytið við 2.000 kr. um mánaðin.
§ 2 b. 2) Oljuískoytið sambært § 1 a er 10.000 kr. í 2022 og kann útgjaldast eina ferð.
Stk. 2. Húski, ið telur ein vaksnan, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag uppá 290.000 kr., kann fáa oljuískoyti.
Stk. 3. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin og 0, 1 ella 2 børn, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 390.000 kr., kann fáa oljuískoyti.
Stk. 4. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin við 3 ella fleiri børnum, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 410.000 kr., kann fáa oljuískoyti.
§ 2 c. 3) Hjálparískoyti sambært § 1 a er 12.000 kr. í 2023 og kann útgjaldast eina ferð.
Stk. 2. Húski, ið telur ein vaksnan, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag 290.000 kr., kann fáa hjálparískoyti.
Stk. 3. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 440.000 kr., kann fáa hjálparískoyti.
§ 2 d. 3) Í tíðarskeiðinum 1. juni 2023 til 31. desember 2023 hækkar familjuískoyti sambært § 2 við 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.
§ 2 e. 4) Orkuískoyti sambært § 1 a er 10.000 kr. í 2024 og 5.000 kr. í 2025 og 2026 og kann útgjaldast eina ferð um árið.
Stk. 2. Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag á 300.000 kr., kann fáa orkuískoyti.
§ 3. 5) 6) Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag hægri enn 220.000 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka ein prosentpart av muninum millum inntøkugrundarlagið og 220.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum sbrt. § 2, stk. 1 ella stk. 2.
Stk. 2. 5) 6) Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún, og hava eitt inntøkugrundarlag hægri enn 320.000 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka ein prosentpart av muninum millum inntøkugrundarlagið og 320.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum sbrt. § 2, stk. 3 ella stk. 4.
Stk. 3. 6) Prosentparturin sbrt. stk. 1 og 2 er:
1) 25% fyri 1 ella 2 børn. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 390.000 kr.
2) 30% fyri 3 børn ella fleiri. Fyri støk fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 290.000 kr. Fyri pør fellur familjuískoytið burtur, tá inntøkugrundarlagið er oman fyri 410.000 kr.
§ 3 a. 1) 7) Fyri stakar uppihaldarar, ið fáa familjuískoyti sambært § 2 a, og sum hava eitt inntøkugrundarlag millum 120.000 kr. og 220.001 kr., verður familjuískoyti ásett við at taka 24% av muninum millum inntøkugrundarlagið og 120.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum.
Stk. 2. 7) Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún, og sum hava eitt inntøkugrundarlag millum 220.000 og 320.001 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka 24% av muninum millum inntøkugrundarlagið og 220.000 kr. og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum.
§ 4. Inntøkugrundarlagið sbrt. §§ 2 og 3 er inntøkan nevnd í § 7.
§ 4 a. 2) 3) 4) Í sambandi við oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum roknast við í inntøkugrundarlagið.
Stk. 2. 3) 4) Inntøkugrundarlagið, sum oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti er grundað á, er inntøkan nevnd í § 7, stk. 1 og 3.
Stk. 3. 3) 4) Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnar. Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.
Stk. 4. 3) Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilsskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Studna ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.
§ 6. Familjuískoytið fellur burtur, um mánaðarliga útgjaldið er 100 kr. ella minni.
§ 7. Inntøka er skattskyldug inntøka sambært skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært § 8 a í ásetingarlógini.
Stk. 2. Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilsskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Studna ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.
Stk. 3. Aðrar inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni. Barnaviðbót/barnagjald, serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar, viðbót til ávísar pensjónistar, røktarviðbót, hjálparviðbót, avlamisviðbót, avlamisveiting og endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða verður ikki tikið við sum inntøka.
Stk. 4. Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum familjuískoyti verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnir. Um inntøkan broytist, kann avgerð um familjuískoyti grundast á eina inntøku frá tí mánaðinum, inntøkan broytist, og inntøkutíðarskeiðið verður roknað frá tí mánaðinum og frameftir.
Stk. 5. Fyri B-inntøku og vinning sbrt. kapitalvinningsskattalógina er inntøkutíðarskeiðið, ið familjuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um inntøku sbrt. stk. 4 og 5.
§ 8. Familjuískoyti verður útgoldið tí, ið uppiheldur barninum, og sum hevur foreldramyndugleikan yvir einum barni, hevur lut í foreldramyndugleikanum ella hevur góðkenning sum fosturforeldur og sambært Landsfólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi.
Stk. 2. 1) Uttan mun til stk. 1, verður familjuískoyti útgoldið tí, ið uppiheldur barninum, og sum hevur foreldramyndugleikan yvir einum barni, hevur lut í foreldramyndugleikanum ella hevur góðkenning sum fosturforeldur og býr á kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum.
Stk. 3. 1) Umsókn um familjuískoyti verður latin inn til Almannaverkið. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um ískoyti.
Stk. 4. 1) Umsókn um familjuískoyti við afturvirkandi gildi kann ikki gangast á møti.
Stk. 5. 1) Almannaverkið kann heinta inn upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um familjuískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini.
§ 8 a. 2) 3) 4) Umsókn um oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti skal latast Almannaverkinum. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti.
Stk. 2. 3) Umsókn um oljuískoyti skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30. november 2022.
Stk. 3. 3) Umsókn um hjálparískoyti skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2023.
Stk. 4. 4) Freistin at lata Almannaverkinum umsókn um orkuískoyti er 30. juni á hvørjum ári. Seinasta freist at søkja um orkuískoyti er 30. juni 2026.
Stk. 5. 3) 4) Almannaverkið kann útvega sær upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini.
Stk. 6. 3) 4) Oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti verður útgoldið sum ein upphædd til ein persón í húskinum.
§ 9. Familjuískoyti verður útgoldið mánaðarliga og í fyrsta lagi við virknaði frá 1. januar 2016.
Stk. 2. Familjuískoyti verður útgoldið við virknaði frá tí mánað, ið umsóknin um familjuískoyti er móttikin av Almannaverkinum, sbr. stk.1.
Stk. 3. Familjuískoyti verður útgoldið fyrstu fer, mánaðin eftir at rætturin til familjuískoyti er staðfestur, og seinastu ferð fyri tann mánaðin, tá staðfest er, at rætturin til familjuískoyti fellur burtur.
§ 10. Hevur nakar av órøttum fingið familjuískoyti, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal hendan upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.
Stk. 2. Almannaverkið kann í sambandi við afturgjald gera avtalu um afturgjaldsskipan.
Stk. 3. Afturgjaldskrav kann krevjast inn við panting ella afturhaldast í A-inntøkuni.
Stk. 4. TAKS fremur sbrt. stk. 3 panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum og afturheldur í A-inntøku sambært reglunum um lønarafturhald í skattalógini.
§ 10 a. 2) 3) 4) Hevur persónur av órøttum fingið oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti, og átti hann at vitað um hetta, eru ásetingarnar í § 10 galdandi.
§ 11. Familjuískoyti kann ikki verða veitt, um uppihaldararnir eiga ogn, ið er mett til eina upphædd, ið er omanfyri 30.000 kr.
Stk. 2. At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.
Stk. 3. Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.
§ 11 a. 2) 3) 4) Oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti kann ikki verða veitt húski, ið telur eitt ella tvey vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 50.000 kr.
Stk. 2. 3) 4) Oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti kann ikki verða veitt húski, ið telur trý ella fleiri vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 70.000 kr.
Stk. 3. Ogn sambært stk. 1 og 2 er ogn nevnd í § 11, stk. 2 og 3.
Stk. 4. 3) Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til 50.000 kr., sum ikki verður roknað sum ogn.
§ 12. Almannaverkið heitir einaferð um árið á tey, ið fáa familjuískoyti sambært hesi lóg, um skrivliga at vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri at fáa familjuískoyti.
Stk. 2. Hevur Almannaverkið ikki móttikið váttanina í seinasta lagi ein mánaða eftir áheitan, steðgar útgjaldið av familjuískoytinum við virknaði fyri næsta mánaða. Útgjaldið kemur aftur í gildi mánaðin eftir, at váttanin er móttikin.
Stk. 3. Umsøkjarin hevur skyldu til at boða Almannaverkinum frá broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til familjuískoyti.
§ 13. Rætturin til familjuískoyti kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn umsøkjarin hevur fingið familjuískoytið útgoldið. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 14. Almannaverkið hevur fyrisitingina av familjuískoytinum um hendi.
Stk. 2. 7) 8) Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 15. Landsstýrismaðurin skal eftir 2 árum leggja fram fyri Løgtingið eina eftirmeting um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar mugu gerast í lógini.
§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2015
1) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. § 1, nr. 1, 4 og 5 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 og 3 koma í gildi 1. mai 2019.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 25. oktober 2022.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 29. mars 2023.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 20. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2024.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2019.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”