Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 161
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Meirvirðisgjaldsfrítøka av kringvarpsgjaldinum umframt broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 18. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 12, stk. 1, litra i, 1. pkt. verður “sølu av ídnaðarfiski (jvb. nr. 05.11.91.91 til 05.11.91.99 í Toll- og vøruskránni)” broytt til: “sølu av ídnaðarfiski (sbr. vørunummar 0511.91.10 og vørunummar 0511.91.90 í Toll- og vøruskránni)”.
2. § 12, stk. 1, litra l verður orðað soleiðis:
“Kringvarpsgjald.”
3. Í § 27, stk. 10 verður “innflutningur av ídnaðarfiski (sbr. vørunummar 05.11.91.91-05.11.91.99 í Toll- og vøruskránni)” broytt til: “innflutningur av ídnaðarfiski (sbr. vørunummar 0511.91.10 og vørunummar 0511.91.90 í Toll- og vøruskránni)”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2015