10. desember 2020Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Fylgibroyting orsakað av broytingum í almannalóggávuni o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 150 frá 27. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 29, nr. 13 verður litra c orðað soleiðis:
“c) Veitingar eftir §§ 15-19, § 24 og §§ 26-30 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.”
2. Í § 29, nr. 29 verður aftan á “heilsukanningar” sett: “, umframt gjald til vistarhald og klæði til barnið, sbrt. § 1, stk. 2, og lummapeningur til barnið, sbrt. § 1, stk. 3 í kunngerð um samsýning til fosturforeldur”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
Í Tinganesi, 10. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 46/2020