Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 10, stk. 2 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”.
2. Í § 22, § 23, stk. 1, § 24, stk. 1, § 26 og § 27, stk. 1 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”.
3. Í § 23, stk. 5 verður “2018” broytt til: “2019”.
4. Í § 23, stk. 6 verður “við árslok 2018” broytt til: “í 2019”.
5. Í § 27, stk. 2-5 og í § 29, stk. 1 verður “við árslok 2018” broytt til: “í 2019”.
6. Í § 41, stk. 1 og stk. 3 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”.
7. Í § 41, stk. 2 verður aftan á “2018” sett: “og 2019”.
8. Heitið á kapitli 16 verður orðað soleiðis:
“Fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi í 2019”
9. Í § 73, stk. 1 verður “1. januar 2018 til 31. desember 2018” broytt til: “1. januar 2019 til 31. desember 2019”.
10. Í § 73, stk. 2 verður “1. september til 31. desember 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”.
11. § 74, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av hesum bólkum av fiskiførum verður fiskidagatal ásett soleiðis:
1) Bólkur 2: Trolarar:
a) Innara fiskidagaleið: 4.386 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.029 fiskidagar.
3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 859 fiskidagar.
4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.323 fiskidagar.
5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.178 fiskidagar.
6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar.”
12. Í § 74 verður stk. 2 strikað.
Stk. 3-12 verður eftir hetta stk. 2-11.
13. § 74, stk. 4, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fiskidagar, tillutaðir bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T sambært stk. 1, verða latnir sum egnir fiskidagar í sama lutfalli, sum var í 2018.”
14. § 74, stk. 7, sum verður stk. 6, verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í 2019 fyri bólk 2, sambært stk. 1, tilluta 177 fiskidagar og fyri bólkarnar 3 og 4, sambært stk. 1, tilluta ávikavist 61 og 101 fiskidagar tilsamans at lata fiskiførum, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”
15. § 74, stk. 8, sum verður stk. 7, verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Umframt fiskidagar sambært stk. 1 verða fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2019 til 31. desember 2019 ásettir soleiðis:
1) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 179 fiskidagar.
2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 76 fiskidagar.
3) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 117 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 104 fiskidagar.”
16. Í § 74, stk. 9, sum verður stk. 8, verður “1. apríl 2018” broytt til: “1. apríl 2019” og “stk. 8” broytt til: “stk. 7”.
17. Í § 74, stk. 10, sum verður stk. 9 verður “stk. 9” broytt til: “stk. 8”.
18. Í § 74, stk. 11, sum verður stk. 10, verður tríggja staðni “1. september 2016 til 31. august 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”, og tvær staðni verður “stk. 8” broytt til: “stk. 7”.
19. Í § 79, stk. 1 verður tvær staðni “2018” broytt til: “2019”.
20. Í § 79, stk. 2 verður “1. september 2016 til 31. august 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”.
21. Í § 79, stk. 3 verður “1. oktober 2018 til 31. desember 2018” broytt til: “1. oktober 2019 til 31. desember 2019”.
22. Í § 80, stk. 1 og stk. 3 verður “2018” broytt til: “2019”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 82/2018