22. desember 2005Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 10. apríl 2003, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar og í seinasta lagi í 15. februar 2006 skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um ein tunnil undir ella eina vegføring fram við Leirvík.”, og 3. pkt. verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2005