24. desember 2015Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
(Avtøka av loyvisskatti og dagføring av tøkugjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “og loyvisskatt” strikað.
2. § 2, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Gjaldið verður ásett soleiðis:
1) Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 27 fyri kilo ella hægri, er gjaldið 4,5%.
2) Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 23 fyri kilo ella hægri, men lægri enn kr. 27 fyri kilo, er gjaldið 2,5%.
3) Er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn kr. 23 fyri kilo, er gjaldið 0,5%.”
3. Yvirskriftin yvir § 3 verður strikað.
4. § 3 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2015