Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2020Nr. 163
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 26. mars 2021
(Skattlig javnseting av persónum við framskundaðari pensjón og fyritíðarpensjónistum)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Hvør persónur, sum er undir fullari skattskyldu eftir reglunum í § 1 í skattalógini, og sum er 67 ár ella eldri, ella fær fyritíðarpensjón, framskundaða pensjón ella hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt. Persónur, sum fær fólkapensjón, hevur tó ikki rætt til hendan frádrátt.
Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar er 16.200 kr.
Stk. 4. Persónur, sum fær fólkapensjón sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt og í útroknaða kommunuskattinum ein kommunuskattafrádrátt. Landsskattafrádrátturin er upp til 1.500 kr. um árið, og kommunuskattafrádrátturin er upp til 1.500 kr. um árið.”
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Persónur, sum fær fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt.
Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar er 16.200 kr.
Stk. 4. Hvør persónur, sum fær fólkapensjón, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt og í útroknaða kommunuskattinum ein kommunuskattafrádrátt. Landsskattafrádrátturin er upp til 3.000 kr. um árið, og kommunuskattafrádrátturin er upp til 3.000 kr. um árið.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020.
Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.
§ 3
1) Broytingin í § 1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fyri persónar, sum vóru 67 ár ella eldri, fram til 31. desember 2020. Hesir persónar hava framhaldandi rætt til henda frádrátt undir somu treytum, sum vóru galdandi fram til 31. desember 2020.
Í Tinganesi, 10. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2020
1) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 26. mars 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2021.”