Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2023Nr. 163
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum, samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 33, nr. 12 verða 3. og 4. pkt. orðað soleiðis:
“Frádrátturin, sum verður veittur sum ein samdøgursfrádráttur, kann tilsamans ongantíð verða størri enn skattskylduga uttanlandsinntøkan. Frádrátturin er í
a) 2024: kr. 240.
b) 2025: kr. 180.
c) 2026 og frameftir: kr. 120.”
2. § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25 b, stk. 1, tó í mesta lagi:
a) Fyri 2024: kr. 96.000.
b) Fyri 2025: kr. 72.000.
c) Fyri 2026 og árini fram: kr. 48.000.”
3. § 33, nr. 17 verður orðað soleiðis:
“17) 14% av veiðiinntøkuni upp til:
a) Kr. 400.000 fyri 2024.
b) Kr. 300.000 fyri 2025 og fylgjandi ár.”
4. § 154 b verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 20. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2023