22. desember 2005Nr. 163
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 17, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Barsilsgjald skal rindast eftir stk. 2-4, og §§ 18 og 19. Persónar, sum tekna sjálvbodna trygging, rinda gjald eftir reglum settum sbrt. § 20.”
2) Í § 19, stk. 1 verður “0,25%” broytt til: “0,62%”.
3) § 19, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,62%.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 22. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2005