Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2005Nr. 164
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 7, stk. 1 verður “sorinskrivaranum (dómaranum)” broytt til: “Tinglýsingarstovuni.”
2) Í § 7, stk. 2, § 15, stk. 3, § 20, stk. 1 og § 22, stk. 2 verður “Sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”.
3) Í § 9, stk. 4, § 13, stk. 1, § 15, stk. 1, 3 og 4, § 20, stk. 2, 1. pkt., § 20, stk. 3, § 21, stk. 2, 2. pkt., § 22, stk. 1, 2. pkt. og stk. 3, 1. pkt. og § 33, 2. pkt. verður “sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”.
4) Í § 9, stk. 1 verður “sorinskrivaran” broytt til: “Tinglýsingarstovuna”.
5) Í § 9, stk. 2, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1, § 23, stk. 2, 2 ferðir í § 33, 1. pkt., § 50c, stk. 7, 1. pkt. og § 54, stk. 2 verður “sorinskrivaranum” broytt til: “Tinglýsingarstovuni”.
6) 2 ferðir í § 10, stk. 4, í § 11, stk. 2, 2 ferðir í § 18, § 21 stk. 2, § 23, stk. 1, 2. pkt., § 34, stk. 2, § 36, 1. pkt. og § 52, stk. 2, verður “sorinskrivarans” broytt til: “Tinglýsingarstovunnar”.
7) Í § 9, stk. 5 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
8) Í § 23, stk. 2, 2. pkt. verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
9) § 30 verður orðað soleiðis:
“Í teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum verður endurgjald latið, sum landskassin rindar. Endurgjaldið verður ásett av dómstólunum. Sakarmál verður reist við Føroya Rætt móti Tinglýsingarstovuni vegna tað almenna.”
10) § 50 c, stk. 7, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Avgerð Tinglýsingarstovunnar kann kærast til landsstýrismannin.”
11) Í § 50 c verður sum stk. 8 sett:
“Stk. 8. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
12) Í § 50 d, stk. 1 verður “Skrásetingareftirlitið” broytt til: “Dátueftirlitið”.
13) Í § 50 d, stk. 2 verður “Forsetin í Eystara Landsrætti” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og “forsetanum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
14) Í § 50 d, stk. 3 verður “eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006.
§ 3
Skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av higartil galdandi reglum.
Stk. 2. Tinglýsing av átekningum v.m. á skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tó fevnd av reglunum í § 1.
Stk. 3. Skal endurgjald latast eftir teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum, ber Tinglýsingarstovan ábyrgd av skjølum, sum eru tinglisin eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, sbr. tó stk. 2.
Tórshavn, 22. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 40/2005