Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. desember 2015Nr. 164
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 24. november 2016
(Lækkan av grundupphædd og hækkan av viðbót til fólkapensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 1, 2. rað um grundupphædd til fólkapensjón – støk verður “2014” broytt til: “2016” og “50.028,00” broytt til: “43.068,00”.
2. Í § 3, nr. 1, 3. rað um grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2016” og “39.756,00” broytt til: “32.796,00”.
3. Í § 3, nr. 1, 6. rað um viðbót til fólkapensjón – støk verður “2015” broytt til: “2016” og “43.452,00*” broytt til: “45.252,00”.
4. Í § 3, nr. 1, 7. rað um viðbót til fólkapensjón – gift hvør verður “2015” broytt til: “2016” og “34.572,00*” broytt til: “36.372,00”.
5. Í § 3, nr. 1 verður “* Samlaða árliga upphæddin er galdandi fyri útgjald frá og við juli 2015. Fyri útgjøldini fram til juli mánaða eru árligu upphæddirnar kr. 39.252,00 fyri støk og kr. 30.372,00 fyri gift hvør.” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við februar 2016.
§ 3
Stk. 1. Teir persónar, sum hava rætt til fólkapensjón, men sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, fáa eina árliga viðbót svarandi til tað, ið viðkomandi missir orsakað av, at grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar og at viðkomandi ikki hevur rætt til fult útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útrokning av viðbótini.
Stk. 3. Rætturin til viðbót eftir stk. 1 er treytaður av, at viðkomandi hevur rætt til fólkapensjón, tá lógin kemur í gildi.
Stk. 4. Er árliga viðbótin minni enn 1/40 av grundupphæddini í fólkapensjónini, fellur henda burtur.
Stk. 5. Viðbótin verður útgoldin mánaðarliga samstundis, sum fólkapensjónin verður útgoldin.
Stk. 6. 1) § 3 fer úr gildi 31. desember 2018.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 29/2015