Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2020Nr. 165
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)
(Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020, verður aftaná § 18 sett:
“§ 18 a. Fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing kann landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið við kunngerð avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar í § 17, stk. 1, 2 og 4, undir hesum eisini steingja matstovur og skeinkingarstøð, eins og landsstýrismaðurin kann áseta mest loyvda tal av gestum. Landsstýrismaðurin kann áseta, at avmarkingarnar bara galda ávís sløg av virksemi, fevnt av løgtingslógini.
Stk. 2. Heimildin at avmarka upplatingartíðir og afturlatingartíðir eftir stk. 1 er ikki galdandi fyri matsølu frá føstum sølustaði, sbr. § 1, stk. 3, nr. 7, treytað av, at talan ikki er um borðreiðing eftir § 1, stk. 3, nr. 10.
Stk. 3. Ger landsstýrismaðurin av at avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar ella at minka mest loyvda tal av gestum, hevur matstovan ella skeinkingarstaðið rætt til stuðul eftir løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Umsitingarligu reglurnar í §§ 6-11 í løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 verða nýttar samsvarandi. Stuðulstíðarskeiðið og tilvísingartíðarskeiðið fyri matstovur og skeinkingarstøð verður tó ásett í kunngerðini sbrt. stk. 1.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. februar 2021.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 22/2020