Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 165
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Upphæddirnar í ferðastudninginum broyttar, og lestrarstuðul í 12 mánaðir til teirra, ið lesa hægri lestur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76. frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016, løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra eru ásettar í skjali 1.”
2. Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “veittur” sett: “teimum, ið lesa hægri lestur,”
3. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2017
Skjal 1
“Skjal 1
Ferðastudningur sambært § 14, stk. 3
|
Danmark |
Europa
|
Uttanfyri Europa |
Lesandi |
kr.1.500 |
kr. 3.100 |
kr. 4.100 |
Børn: 0 – 1 ár |
kr. 200 |
kr. 400 |
kr. 600 |
Børn: 2 – 11 ár |
kr. 900 |
kr. 1.800 |
kr. 3.000 |
Børn: 12 – 16 ár |
kr. 1.500 |
kr. 3.100 |
kr. 4.100 |
”