Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2022Nr. 165
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023, sum broytt við kunngerð nr. 85 frá 27. juni 2023
Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6, 9 og 10, stk. 3-4, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023.
Kapittul 2
Kvotur, fiskiloyvi o.a.
Føroysk kvota
§ 2. 1) Føroyska kvotan av norðhavssild í 2023 er sett til 112.713 tons.
Stk. 2. 1) Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.600 tons av norðhavssild, ið ikki vórðu fiskað í 2022, flutt til at verða fiskað í 2023.
§ 3. 1) Av kvotuni sambært § 2 verða 100.313 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.
Stk. 2. 1) Føroyska heildarkvotan av norðhavssild í 2023 er 87.011 tons.
Býti av føroysku kvotuni
§ 4. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 67.337 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2022 høvdu rættindi at fiska av egnari árskvotu av norðhavssild, undantikið kvota sambært § 5, kvota keypt á uppboði og kvotur umlagdar sambært § 10, stk. 3 ella § 49, stk. 4 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 5. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 4.913 tons latin øðrum enn teimum í § 4 nevndu, sum í 2009 høvdu rætt til at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til, og sum var í gildi 31. desember 2022. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 6. Eigari av ávísum fiskifari við kvotu sambært §§ 4 ella 5 kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023 til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið er 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður, sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini, mótroknað av egnari árskvotu í 2024.
§ 7. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 3.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir samsvarandi § 13.
Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 verður latin sum felags árskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 8. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 5.355 tons sett av til rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 9 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Persónur, felag ella eigari av ávísum fiskifari, sum í 2022 hevur rættindi at fiska norðhavssild, keypt á uppboði, kann flyta upp til 10% av uppboðskvotuni í 2022 til at verða fiskað í 2023.
Stk. 3. 1) Eigari av ávísum fiskifari við kvotu av nøgdini í stk. 1, har gildistíðarskeiðið er runnið, og kvotan er útlutað sum egin árskvota, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023 til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 4. 1) Eigari av fiskifari við kvotu av nøgdini í stk. 1, har gildistíðarskeiðið er runnið, og kvotan er útlutað sum egin árskvota, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2024.
§ 9. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 9.802 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 10, stk. 3 í løgtingslógini, verða roknaðar av hesi nøgdini sambært § 10, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini. Tey 9.802 tonsini kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023, til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023.
Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi við eini nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2024.
Stk. 4. 1) Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2022 til 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotunum í 2022.
§ 10. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 9.406 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 16, stk. 2 og 3 í løgtingslógini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. 1) Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2022 til 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2022.
Stk. 3. 1) Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023 til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 4. 1) Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2024.
§ 11. 1) Er kvota sambært § 7 ikki latin, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum við loyvi sambært §§ 4 og 5 at fiska av hesum kvotum. Kvoturnar verða latnar í sama lutfalli og skipan og á somu leiðum sum í §§ 4 og 5.
§ 11 a. 1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 500 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
Fiskiloyvi
§ 12. Fiskiskapur eftir norðhavssild sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. Tó krevst ikki veiðiloyvi til fiskiskap av kvotum sambært § 9, sum ikki eru lagdar um eftir § 9 í løgtingslógini.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir norðhavssild sambært §§ 4 og 5, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á www.torvan.fo.
Vinnuligar fiskiroyndir
§ 13. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari rætt at troyta ávís veiðirættindi í upp til eitt ár í senn. Umsóknin skal vera knýtt at ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi sambært § 8.
Stk. 2. 1) Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2023, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirðið og nýskapanarvirðið í royndunum.
Fiskileiðir
§ 14. Í føroyskum sjógvi kann kvota sambært hesi kunngerð bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne, og norðan fyri 62˚30’N.
Fiskiskapur í íslendskum sjógvi
§ 15. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 23, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Partroling
§ 16. Partroling er bert loyvd millum fiskifør í sama bólki. Bólkarnir eru hesir:
1) Fiskifør 1.000 bruttotons, BT, og størri sambært málibrævi skipsins.
2) Fiskifør minni enn 1.000 bruttotons, BT, sambært málibrævi skipsins.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi.
Landing og innviging
§ 17. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Kapittul 3
Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur
Hjáveiða
§ 18. Hjá fiskiførum, ið hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum sambært stk. 1, har kvotan av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 19. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 20. Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Undirmálsfiskur
§ 21. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
§ 22. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski.
Kapittul 4
Reiðskapur
Meskar í uppsjóvartroli
§ 23. Tá norðhavssild verður fiskað við uppsjóvartroli í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild.
Gørn
§ 24. Beinleiðis veiða eftir norðhavssild við gørnum í føroyskum sjógvi er ikki loyvd.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Umrokningarfaktorar
§ 25. Við umrokning av sild og sildaúrdrátti til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast:
1) Kruvd, við høvdi 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum 2,00.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00.
5) Flak, skrædlað, uttan bein 2,00.
6) Fiskamjøl 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 26. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 27. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 28. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Umskiping, virking o.a.
§ 29. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi í føroyskum sjógvi, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC.
Stk. 2. Í 2023 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a.
Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild í føroyskum sjógvi, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.
Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild í føroyskum sjógvi, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.
Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum í føroyskum sjógvi og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 30. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 31. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 32. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 33. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir elektroniskt til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Kapittul 6
Revsireglur og gildistíð
Revsing o.a.
§ 34. Brot á § 12, stk. 2, §§ 14, 16 og 17, § 18, stk. 2, § 19, § 21, stk. 1, § 23, stk. 1, §§ 24-26, § 27, 2. pkt., § 28, § 29, stk. 4, 1. pkt. og § 33 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður við sekt, sum virkar, umskipar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 29, stk. 1, sum ikki fylgir treytum sambært § 29, stk. 2, 1. pkt., sum ikki fylgir boðum sambært § 27, 1. pkt., § 29, stk. 5 og §§ 31 og 32, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 30.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 35. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2023 og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskimálaráðið, 20. desember 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |