22. desember 2009Nr. 165
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
”Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.”
2) § 12, stk. 2, 2. pkt. verður strikað.
3) Í § 25, stk. 1 verður ”Kærunevndina í almannamálum” broytt til: ”Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.
Stk. 2. Fólkapensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá lógin kemur í gildi, verður ikki ávirkaður av broytingini í § 1, nr. 1, fyrr enn játtaða dagpeningatíðarskeiðið er úti.
Tórshavn, 22. desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2009