24. desember 2015Nr. 165
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Broytt skiftisregla)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður gjørd henda broyting:
1. Í § 2, stk. 3 verður “restina av játtanartíðarskeiðnum.” broytt til: “fram til 1. august 2016.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 24. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 33/2015