Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2020Nr. 166
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Javning av upphæddum og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, løgtingslóg nr. 39 frá 8. mai 2007, løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007, løgtingslóg nr. 52 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 104 frá 24. oktober 2012, løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 2017, løgtingslóg nr. 69 frá 25. mai 2020 og § 60 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 22 verður sum stk. 8 sett:
“Stk. 8. Barnaverndartænastan ber, eftir umbøn, ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru innanlands. Barnaverndartænastan ber ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru uttanlands, um foreldrini ikki sjálvi megna at halda hesar útreiðslur.”
2. Í § 29 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Samsýningar og veitingar sambært hesi grein verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 12. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2020