Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2017Nr. 166
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
(Leingjan av barsilsfarloyvi við barsilspeningi, eftirlønargjald verður lagt afturat barsilspeninginum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 16. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Barsilslógin)”
2. § 1, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Faðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð sbr. tó § 9, stk. 7.”
3. Í § 1, stk. 3, 1. pkt. verður “44 vikur” broytt til: “42 vikur”, og í 2. pkt. verður aftan á “barnsburð” sett: “, sbr. stk. 4 og § 9, stk. 7”.
4. Í § 1 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 3 hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð.”
Stk. 4-6 verða eftir hetta stk. 5-7.
5. Í § 2, stk. 3, 2. pkt. verður “48 vikurnar” broytt til: “52-56 vikurnar”.
6. Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður “40 vikur” broytt til: “42 vikur” og “44 vikurnar” broytt til: “46 vikurnar”.
7. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður “26 vikur” broytt til: “28 vikur”.
8. Í § 9, stk. 3 verður “44 vikurnar” broytt til: “46 vikurnar”.
9. Í § 9, stk. 4, 1. pkt. verður “44 vikur” broytt til: “46 vikur”.
10. Í § 9, stk. 6 og 7 verður “26 vikunum” broytt til: “28 vikunum”.
11. Í § 10, stk. 1 verður “48 vikur” broytt til: “50 vikur”.
12. Í § 10, stk. 3, 2. pkt. verður “44-48 vikurnar” broytt til: “46-50 vikurnar”.
13. § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum sbrt. § 12, tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann vera meira enn kr. 25.000 um mánaðin umframt eftirlønargjaldið sbrt. § 14 b.”
14. Í § 14, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.
15. Í § 14 b, stk. 1 verður “eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum” broytt til: “eftirløn”.
16. § 14 b, stk. 2 verður strikað.
17. Í § 15 a verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Kravið í stk. 1 er ikki galdandi, um tann, ið fer í barsilsfarloyvi, er lærlingur.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
18. § 17, stk. 4 og § 18, stk. 2 verða strikað.
19. Í § 26, stk. 1 verður “hefti” broytt til: “fongsli í upp til 4 mánaðir”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda lóg fær virknað, ella seinni, og fyri tey foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9 ella § 10. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 ella § 10 er endað, men har seinasta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki er útgoldið.
Stk. 3. § 1, nr. 14 er galdandi fyri foreldur, ið hava rætt til útgjald eftir § 9 ella § 10.
Stk. 4. § 1, nr. 16 er galdandi fyri øll útgjøld úr Barsilsskipanini, eftir 1. mars 2018.
Í Tinganesi, 20. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 47/2017